Tíðindi

Sjálvstýri í menning í Suðuroy
Mikukvøldið var stovnandi aðalfundur av Suðuroyar Sjálvstýrisfelag, og karmarnir um fundin finnast neyvan betri: SALT í Drelnesi. Sí myndir frá aðalfundinum.

Ingvard Olsen farin, 86 ára gamal
Brádliga vóru boð eftir Ingvard Olsen 86 ára gamal. Vanliga nevndu Ingvard telefonmaðurin. Hann var ættaður úr Kvívík, og búsitandi á Glyvrum.

Aðalfundur í Norðoya Sjálvstýrisfelag
Aðalfundur Norðoya Sjálvstýrisfelags verður á Klaksvíksvegi 28, mikukvøldið 5. februar kl. 20:00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nýggir limir kunnu tekna seg.
Nevndin
úr stevnuskránni
Flokkurin er sjálvstýrisflokkur. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri.
Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni.
Flokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Ognarrættur og fíggjarlig ábyrgd eiga at vera knýtt hvørt at øðrum við tí fyri eyga at røkja og økja ognir Føroya fólks.
Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi, og er ímóti mannamuni og allari happing.
Á hesum grundarlagi hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri at tryggja lívsgrundarlag og sjálvsøgd rættindi hins einstakra borgara, at fremja ein rættvísan sosialan politikk eftir føroyskum fortreytum, og at menna føroyskan siðaarv, mál og mentan.