Sjįlvstżrisflokkurin http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/ Latum okkum virša vinnuna 3 http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={641DDE22-9E03-4CBB-8BCD-8B371FCF10B7} Havi ivast eitt sindur, hvørt eg skuldi svarað aftur, nú tá Jógvan við Keldu leggur seg eftir hugburðsmuni. Um Jógvan við Keldu við vilja, velur at fokuserað uppá og misskilja, eitt heilt einkult dømi, dugi eg ikki at siga. Eg helli til tankan, at Jógvan við Keldu fullkomiliga misskilur, tað kjak, hann sjálvur byrjaði. Hvussu vit virða vinnuna!

Hvussu virða vit so vinnuna?
Í fyrstu greinini hjá mær, viðgjørdi eg tað; Jógvan við Keldu tyktist tó ikki at skilja kritikkin.
Í næstu greinini hjá mær, fylgdi eg so Jógvan við Keldu inn í fiskivinnuna, og setti spurningin, um vinnan verður vird har? Men aftursvarið hjá Jógvan við Keldu skuffar meg. Eg væntaði kanska eitt samtykki, at okkara fiskivinna ikki hevur sømilig kor? At tey sum hava hugin, dirvi og peningin kunnu fáa líka góðan møguleika at fara inn í fiskivinnuna?

Goodwill
”Eitt eitur á forrætningsmáli “Good will”, kann tað ikki brúkast í hesum føri – Hvat er galið?” spyr Jógvan við Keldu.
Fólksins ogn verður skilgreinað, sum: Fólksins ogn! Hvussu annars kann hetta annars skilgreinast? Fólkið hevur ognarrættin. Tað, sum Jógvan við Keldu ikki skilur, er at síðan 2003 hava vinnulívsfólk umsitið ræðisrættin á fiskiloyvum og fiskidøgum. Vinnulívsfólk hava so sjálvandi brúkt henda møguleikan. Til fyrimuns fyri nøkur og ein eyka byrða fyri onnur. Hví Jógvan við Keldu ikki viðgerð hendan trupulleika, sum eg vísti á, er ikki til at skilja. Skuldin í fiskivinnuni er jú vaksin ógvusliga av tí sama! Hví vil Jógvan við Keldu ikki loysa henda trupuleika? Núverandi skipan, hevur víst seg at vera vanvirandi fyri nýggjar aktørar í fiskivinnuni. Og teir aktørar sum vóru í fiskivinnuni áðrenn broytingina, hava fingið vinningin, sum landið av røttum eigur. Landið hevur latið veiðiloyvi til vinnulívsfólk, og vinnulívsfólk selja tað víðari og fáa sjálvir vinningin. Hvat skilur Jógvan við Keldu ikki við hesum trupulleika? Hvussu kann nakar selja okkurt, sum upprunaliga hevur verið ókeypis?

Satsningur ella ókeypis fiskiloyvi?
Tá vinnulívsfólk satsa, fáa tey vinning (ella tap) av satsningum. At tey skulu fáa beinleiðis vinning av einum veiðiloyvi, givið av Fólkinum, er ikki rætt móti restina av vinnuni. Og so slettis ikki ímóti Fólkinum. Um Jógvan við Keldu ikki vil skilja hetta, so vil eg heita á hann at siga tað beinleiðis. Ikki at koma við løgnum undanførslum um hugburð.

At enda vil eg bara spyrja Jógvan við Keldu:
Vilja tygum virða alla vinnuna, so at hon, øll sum hon er, kann fáa líka karmar at virka í?
Vilja tygum virða alla vinnuna, við at lata marknaðarkreftirnar ráða, ótarnaðar av órættvísari viðferð av vinnulívfólk, sum av tilvild ikki eru í fiskivinnuni, og ikki hava FINGIÐ eitt fiskiloyvi?

Um Jógvan við Keldu ikki sær seg føran fyri at svara hesum einklum spurningum útfrá einum liberalistum sjónarmiðið, sum Fólkaflokkurin skal eitast at umbiðja, so vil eg bara heita á Jógvan við Keldu, at ikki svarað.

Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/mynd2.JPG&size=100 Grein 31. januar 2012 Annika Olsen svaraš spurningi frį Jógvani Skorheim http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={959B2385-41F2-492A-95A9-B5D863E312F1} Jógvan Skorheim, løgtingslimur Sjálvstýrisflokksins, setti herfyri landstýriskvinnuni í almannamálum 8 spurningar, viðvíkjandi umstøðunum kring børnum við breki, og teir eru nú svaraðir.

Jógvan greiður í spurninginum soleiðis frá um eina familju, sum hava eitt barn við autismu:

"Hóast brekið, hevur tað - við hjálp av stuðli - borið til hjá barninum at gingið í vanliga fólkaskúlanum, og hjá familjuni at kunna búgva í útjaðaranum. (..) Tað er øll familjan sera glað fyri, og barnið trívist væl. Men nú, tá ungdómurin mennist og skal í hægri flokk, fellur ábyrgdin av stuðlinum frá kommuni yvir til landið, og nú ber einki til longur! Hóast Nærverkið viðurkennir, at barnið hevur rætt til stuðul (..) so eru boðini frá Nærverkinum, at eingir tímar eru tøkir til næmingin, tí alt longu er tillutað."

Hann spyr tí landstýriskvinnuna spurningar, sum t.d.

"1. Kann landsstýriskvinnan veita vissu fyri, at almenni politikkurin á økinum veitir trygd fyri, at familjur, sum hava barn við breki, ikki skulu noyðast av landinum?"

"3. Er tað góð fyrisiting, um borgarar fáa at vita, at ein umsókn er gingin á møti, samstundis sum boð verða givin um, at einki kann sigast um, nær ella hvussu nógvir stuðulstímar verða játtaðir?"

"7. Hvussu stór peningaupphædd skal játtast fyri heilt at nøkta tørvin? og hvussu nógv?"

Í stuttum svarar Annika Olsen soleiðis:

"Heldur enn at senda børn og familjur teirra av landinum, eiga vit, í størst møguligan mun, at tryggja teimum eina nøktandi tænastu í Føroyum. Í ávísum førum kann tað tó vera neyðugt at veita børnum tænastu í Danmark, tí avbjóðingin er so mikið stór og samansett, at vit ikki hava neyðugan førleika at hjálpa barninum í Føroyum."

Eg eri sannførd um, at starvsfólki í Nærverkinum er fakliga eins væl før fyri at veita børnum við serligum avbjóðingum eina nøktandi tænastu. Tað er so mín uppgáva, sum landsstýriskvinna at syrgja fyri, at Nærverkið fær neyðugar karmar at virka undir soleiðis, at málið kann røkkast."

Allir fyrispurningarnir og svar kunnu lesast her: http://goo.gl/DBEvz

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/jogvan_S.jpg&size=100 Grein 31. januar 2012 Full semja um įtakiš móti haršskapi ķ parlagi http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={10381088-E936-469F-B749-59A1437259F2} Nú eg starvist við gransking og undirvísing í løgfrøði í Føroyum og altjóða, eru ikki nógv høvi at fáast við politiskar spurningar. Tí var spennandi at koma á tal við vinnumálaráðharran Johan Dahl um okkurt av gomlu avrikunum. Vit stóðu saman um at tryggja, at átakið móti harðskapi í parlagi og nærsambondum kom í lag. Hóast kjakið í Føroyum mangan sýnir djúpar ósemjur, so eru ógloymandi løtur, tá ið politiska skipanin stendur saman. Tí gleðir tað meg so ómetaliga nógv, nú ið fíggjarlógin skal endaliga fáast uppá pláss, at fáa høvi at minna á ta semjuna ið gjørd var, og sum nú má fremjast. Allir flokkar vóru við, lagt var upp fyri tiltakið í fíggjarkørmunum, og allir viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugabólkar - og ikki minst politiskir flokkar - vóru samskipaðir. Niðanfyri er skriv, sum eg sendi Johan Dahl til tess at minna á støðu okkara. Kenni meg sannførdan um, at samgongan gloymir ikki málið.

Vinnumálaráðið
Johan Dahl

Virðiligi landsstýrismaður,

Vísandi til drúgva samskifti um nevnda mál, skal eg nýta høvi vátta og vísa át, at Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið undir við, góðkent og bundið seg at fremja nevndu verkætlan.

Málið hevði leingi ligið á láni, og var eg sjálvur varugur við tað í tíðini sum formaður í javnstøðunevndini.

Málið kom veruliga á dagsskrá, tá ið Amnesty og onnur skipaðu fyri almennum pallborðsfundi í nýggja Skálanum í Norðurlandahúsunum 25. november 2010.

Skráin var sera góð og tilfarið upplýsandi, brot:
Kl. 19.00 Vælkomin og Rósa Samuelsen landstýriskvinna setur fundin
Kl. 19.20 Kvinnuhúsið leggur fram um støðuna í Føroyum
Kl. 19.40 Stutt filmsinnslag frá Barnabata (tey hava gjørt ein stuttfilm, har tey spyja ung í Føroyum) og so kemur Barnabati leggur fram um støðuna ml. børn og ung í Føroyum
Kl. 20.10 Kristín Ástgeirsdóttir, stjóri á íslendsku Jafnréttisstofu segði frá, hvussu heildarætlan at fyribyrgja og steðga harðskapi móti kvinnum er íverksett í Íslandi
Kl. 20.40 Ljóðinnslag - myrkt inni og vit hoyra ljóðið frá einum húsaófriði
Kl. 20.45 Pallborðið situr klárt, tá ljóðinnslagið er liðugt
Kl. 21.20 Spurningar frá salinum/viðmerkingar frá Kvinnuhúsinum og Barnabata
Á pallborðsfundinum verður m.a umrøtt, um vit í Føroyum eiga at hava eina heildarætlan fyri at basa harðskapi móti kvinnum.
Her er dømi um hvat danska heilarætlanin innheldur. Leinkja til donsku heildarætlanina: http://www.lige.dk/files/PDF/vmk_uk.pdf

Fundurin var útvarpaður, so øll við minsta áhuga fyri politikki fingu hann við. Elin Winther Poulsen setti sera hvassar og góðar spurningar.

Sjálvur fekk eg høvi at greiða frá Sjálvstýrisfloksins støðu, at vit vildu seta slíkt átak í valskránna, men heitti tó á løgmann, sum sat mær undir lið, um at boða frá ítøkiligari ætlan landsstýrisins vegna.

Endin var, at hann boðaði frá, at málið skuldi loysast um ársskiftið 2011. Tá var eg errin floksins vegna, tí javnstøða hevur verið í skjaldrarmerkið floksins síðani Føroya Framburðsfelag varð stovnað í 1903; var errin av, at eg hevði lyft arvin eftir Mallu Samuelsen og mangar aðrar slóðarar í javnstøðuhøpi í Sjálvstýrisflokkinum.

Stutt eftir var bólkur settur, sum sera miðvíst arbeiddi móti málinum. Sjálvstýrisflokkurin var umboðaður á jøvnum føti við aðrar; sjálvur tó eg sætið men kunnaði sum vera man tá ið høvi var tingbólk, landsnevnd, valevni og limir.

(Einasti kritikkur var, at hetta dróg nakað út í mun til útmeldingina av pallborðinum, og onkur vildi hava hetta í stevnuskránni heldur enn valskránna).

Tíverri lá tó ofta illa fyri hjá mær at møta á fundunum í nevndini, tí aðrir fundir vóru ásettir sama dag í øðrum nevndum og høpum.

Men hetta styrkti bara møguleikan at tryggja breiða undirtøku og kunning í flokkinum. Soleiðis var eittnú hálvur dagur settur av sum evnisdagur tann 20/1 2011. Tá møtti Kristian Toftegaard Larsen okkara vegna, á øðrum fundum møtti Teitur Vágadal. Nevnda dag var dagsskráin sera fjølbroytt:
Kl. 13 Vælkomin
Kl. 13.10 - 13.40 Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Kl. 13.40 - 14.10 Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum
Kl. 14.10 - 14.40 Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni
Kl. 14.40 - 14.45 Stuttur steðgur
Kl. 14.45 - 15.15 Oddbjørg Balle, leiðari í Barnarverndartænastuni
Kl. 15.15 - 15.45 Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum
Kl. 15.45 - 16.00 Møguleikar fyri eyka spurningar, kjak osfr.
Slíkt setir seg í minnið, og vit høvdu høvið at skifta orð um hetta fleiri ferðir á landsnevndarfundi og á valevnatiltøkum.

Havi ikki landsnevndarfundarfrásagnir hjá mær, men havi biðið landsnevndarformannin kanna, hvat har stendur. Málið er so í øllum førum tikið fram fleiri ferðir undir ''''kunning.''''

Serliga vil eg nevna, at eg var sera fegin um tann dagin, tá ið tíðindafundurin var hildin um álitið og semjuna, at okkum var handað sloyfa í myrkum purpurliti ið skal ímynda átakið móti hesum harðskapi.

Sloyfan sat í jakkanum meginpartin av árinum og gav hon mær mong høvi at práta við fólk um átakið móti harðskapi í parlagi og nærsambondum (sloyfan minnir um hana móti bróstkrabba, so høvið var ofta at greiða frá, at hetta var annað átak).

Minnist sera væl, at navni mín, Kári P. Højgaard spurdi um sloyfuna, og eg fekk høvi at minna á hetta frálíka tiltak, ið vit høvdu tikið undir við. Hann fegnaðist sum vera man, ikki minst tí hetta hevði so nógv at týða fyri fleiri av valevnunum.

Skal samanumtikið nýta høvi at takka fyri, at eisini Sjálvstýrisflokkurin var boðin við og fekk høvi at seta dám á og eiga bæði heiður og ábyrgd av átakinum.

Vinarliga

Kári á Rógvi
Formaður Sjálvstýrisfloksins fyrrverandi
http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/Kári og Bragi.JPG&size=100 Grein 25. januar 2012 Summartķšin įsett nęstu įrini http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={BBA96BDC-397C-4B32-92F7-C2FDE3586281} Sjálvstýrisflokkurin er farin í samgongu fyri at fáa ávirkan.

Kunngerð

um

summartíð 2012, 2013, 2014, 2015 og 2016

Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980

um summartíð verður ásett:

§ 1. Í árunum 2012, 2013, 2014, 2015 og 2016 verður

nýtt serstøk tíðarrokning, summartíð, í hesum tíðarskeiðum:

1) Í 2012 í tíðini millum 25. mars og 28. oktober.

2) Í 2013 í tíðini millum 31. mars og 27. oktober.

3) Í 2014 í tíðini millum 30. mars og 26. oktober.

4) Í 2015 í tíðini millum 29. mars og 25. oktober.

5) Í 2016 í tíðini millum 27. mars og 30. oktober.

§ 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum

av tíðarskeiðunum kl. 01.00, og verður klokkutíðin tá

broytt og sett til kl. 02.00.

Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í

hvørjum

av tíðarskeiðunum kl. 02.00, og verður

klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00.

Stk. 3. Tann farni tímin verður í tíðarrokning tilskilaður

sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl.

01.00 A.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember

2011. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 91 frá 3.

oktober 2006 um summartíð 2007, 2008, 2009, 2010

og 2011.

Innlendismálaráðið, 21. november 2011

Kári P. Højgaard (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/KariHojgaard.JPG&size=100 Tíðindiskriv 22. januar 2012 Kristianna Winther Poulsen er varakvinna http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={316F599C-554C-46BA-9CBB-89F9DC4FBD89} Kristianna kemur á Ting, tá ið tingmaðurin fer í farloyvi.

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/kristianna w poulsen1.jpg&size=100 Tíðindiskriv 22. januar 2012 Karl A. Olsen formašur ķ landsnevndini http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={8A82CD82-E3EB-48DF-8793-3B09214DF7B9} Karl er borgarstjóri í Vestmanna.

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/Karl A Olsen.jpg&size=100 Tíðindiskriv 22. januar 2012 Summartķšin įsett nęstu įrini http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={3BFE6121-D452-42CE-853A-EB0D90A66D53} Vit fara eftir ávirkan.

Tíðindiskriv 21. januar 2012 For dżrt http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={6CED5E70-A9CB-46B5-ACEF-1E726F955EFE} Vit kunnu ikki bæð lækka skattin hjá teim sum skapa jobs og halda fast við ting, sum vit hava samtykt í andstøðu. Nú fyriliggur ein nýggj situasjón og Marknagil og rættarskipan mugu bíða, fólkið hevur tslað.

Tíðindiskriv 21. januar 2012 Latum okkum virša vinnuna! http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={F9931C96-0B21-4A7B-90BF-4028E828330C} Viðmerkingar til Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Jógvan við Keldu 17. og 18. januar hava løgtingsfólkið og fyrrverandi løgtingsfólkið bæði grein um vinnulívið. Meðan núverandi løgtingsfólk biður okkum virða vinnulívið, ferð fyrvverandi løgtingsfólkið eftir “fastløntum serfrøðingum” ella frøðingum, sum hann styttir tað.

Bæði royna tey at verja vinnulívi, men hví skal vinnulív verjast og hava virðing? Sjálvandi skal eitt hvørt land syrgja fyri at vinnulív fær virka, men biða um virðing, og aðrar kenslur, er tað neyðugt, hevur vinnulívið brúk fyri kenslum?

Kenslur yvirfyri vinnuna?
Tá vit vita at vinnan hugsar pening, skulu vit so virða hana? Ella skulu vit leggja líka í tað, og bara vit fáa okkara, so eru vit nøgd.

Eitt kunnu vit tó staðfesta. Vinnan er væl greið yvir at kenslur selja. Um vinnan megnar at tosa til okkara kenslur og tørvir, so megnar vinnan at selja, og har fáa ein vinning. Um vinnan ikki visti hetta, so var marknaðarføring ikki uppfunnin. At siga, hvussu nógv verður brúkt uppá marknaðarføring, man vera sera torført.

Dømi: Coca Cola hevur verið til í eina mansøld. Ein pástandur er at tað eru fleir fólk, sum kenna til Coca Cola enn fólk, sum kenna til Jesus, Muhammed ella Buddha. Og allíkavæl verður reklamerað dagliga fyri Coca Cola. Coca Cola hevur funnið útav, at fólk skulu endurminnast og endurminnast um hvussu leskiligt tað er at fáa eina Coca Cola tá tað er heitt, ein er stressaður, og hvussu tað hjálpir okkum at slappa av. Hetta er kenslur sum fyritøkan brúkar, og sum er ein drívmegi. Vit tráa eftir meira. Tað er ósunt, sum veit ikki hvat, men hóast tað so heldur sølan fram.

Virða løgtingsfólk vinnuna?
Og so er tað tey bæði. Elsebeth og Jógvan. Tey vilja hava kenslur fram í okkum. Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir sigur: “at hesi føla seg væl og virðismett í okkara landi” um vinnulívfólkini. Jógvan við Keldu sigur: “nú veruligu vinnulívsfólk okkara verða “gingin omaná” av teoretiskum frøðingum”

Løgtingskvinnan vil at vit skula hjúkla um vinnulívsfólk, og syrgja fyri at tey kenna seg ynskt her í Føroyum. Jógvan við Keldur heldur at vinnulívsfólk eru fyri ágangi. Hann brúkar orðið “verulig” vinnulívsfólk. Vit kunnu so sjálvandi spyrja útfrá hesi útsøgn: Finnast tað “óverulig” vinnulívsfólk? Og víðari pástendur hann at tey eru fyri ágangi? Hvussu kan eitt vinnulívfólk vera fyri ágangi? Vit hava jú staðfest at vinnulívfólk hava ein áhuga. Tað er at vinna pening. Tað skulu ymiksar “snildir” til. Ein góð vøra/tænasta, eitt gott image ella brand, sum verður nógv (mis)brúkt nú á døgum. Vinnulívsfólki, er greitt yvir, at um signalvirði er vánaligt, t.d. brúkar trælir úr Kina ella Filipininum, so kemur vinnulívfólki undir fólksins dóm, og kann missa pening og í sísta enda vinning.
At verja vinnulívsfólk soleiðis, sum tey bæði gera, er tað at virða vinnulívið?

Vinnuhúsið
Hetta eru tvey fólk sum hava og hava havt avgerð á Løgtingi, sum kunnu skapa og  skipa umstøður fyri vinnulívfólk. Men fyrst, hvat sigur Vinnuhúsið? Vinnuhúsið er jú umboð fyri allar arbeiðsgevararr. Partur av endamálsorðingini sigur:

“Kjarnin í virkseminum hjá feløgunum er at tryggja, at føroyskt
vinnulív hevur teir bestu møguleikarnar fyri at kappast,
mennast og framleiða.

Vinnuhúsið kemur eisini javnan við útmeldingum um ymisk viðurskifti. Áhugavert er teirra seinast útmelding um avtøkur av sjómannafrádráttinum. Hetta fyri at kappingin um arbeiðsmegina í Føroyum skal vera javnbjóðis. Hetta er jú eisini greitt í trá við endamálsorðingin um kappast á jøvnum føti.

Í 2006 sigur Vinnuhúsið í arbeiðsritið um arbeiðsmarknaðin:

“Stuðulin skerjir frælsi at velja hjá føroyingum og er við til at
starvsfólk í hesum vinnum skapa ov smá virðir.”

Ritið sigur enntá víðari:

“Mælt verður til, at hesar stuðulsskipanir verða burturbeindar
beinanvegin, og ístaðin kann hesin stuðul býtast javnt millum
føroyingar sum skattalætti. Skattalættin vil tá stimbra størri
virksemi óansæð vinnutilknýti.”

Viðmerkjast skal líka, at hetta eru vinnulívfólk, sum koma við hesum arbeiðsritið, ikki politikkarar, hóast hetta kann síggja út sum vallyftir.

Løgting, skattur og avgjøld
Tá Vinnuhúsið, er komið við so greiðum útmeldingum, skuldi ein hildið at Jógvan við Keldu hevur fylgt onkrari áheitan frá Vinnuhúsinum, sum løgtingsmaður. Í 2010 varð samtykt at fiskifør við einari inntøku meira enn 1 mill, skuldu gjalda ein eyka tilfeingisskatt. Hetta var undir ABC samgonguni. Hví var tað í ordan? Skal tað ikki vera líka fyri alla vinnuna, hví skulu tær fyritøkur, sum megnaðu at fáa eitt gott úrslit, at gjalda meira skatt enn aðrar? Og hetta var ein fyribilslóg, sum bert skuldi vera galdandi í eitt ár! Nú er hon so aftur longd í eitt ár! Er hetta at virða vinnuna?

Arbeiðseftirlitið
Lógin um Arbeiðseftirlitið sigur fylgjandi:

§ 54. Uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru, í spurningum um
arbeiðsumhvørvi, at:
1)vegleiða virkjunum, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum
og almenninginum í spurningum, ið hava
arbeiðsumhvørvisligan týdning,

Men Løgtingi, hevur skorið játtanna til Arbeiðseftirlitið. So mikið nógv at Arbeiðseftirlitið ikki longur kann røkja sínar skyldur. Frá at vera sjálvstøðugur stovnur við 11starvsfólkum er Arbeiðseftirlitið skorið niður til 4 starvfólk undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í Føroyum eru tað umleið 24.000 starvfólk, og harav hava umleið eini 15.000 starvsfólk okkurt kropsligt arbeiði. Hvussu skulu 4 starvfólk røkja sína uppgávu og vegleiða fyritøkum á bestan hátt, sum er lógarsetningurin? Hvussu kunnu 4 starvsfólk tryggjað at okkara sjófólk og reiðarar hava ein tryggan flota, sum ikki kostar lív? Er hetta at virða vinnuna?

Hvussu “virða” vit so vinnuna?
Vit virða ikki vinnuna við at tosa um kenslur. Vit virða ikki vinnuna vit at finnast at búskaparfrøðingum og ákæra teir fyri at vera “fastløntum teoretiskum frøðingum á tryggum sessum sum fleiri sita og droyma um nakað sum ikki er” sum Jógvan við Keldu ger. Einasta, búskaparfrøðingar takast við, eru tøl. Teir viðgerða tøl frá vinnuni, samfelaganum og borgaranum. Og hvussu hesi tøl á bestan hátt gagna, útfrá givnum umstøðum.
Um Jógvan við Keldu er ósamdir, so skal hann ikki fara at finnast at persónininum, sum kemur við einum pástandi, men heldur royna at mótprógva. Kenslur hevur vinnulívið og samfelagsbúskapurin ikki brúk fyri. Vinnulívið og samfelagsbúskapurin hevur brúk fyri veruleikanum. Vit tí heita á tey bæði, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Jógvan við Keldu, at koma til veruleikan, og heldur virka fyri at Føroya Løgting fer at virða vinnuna lógarmessiga og skattamessiga, so at vinnan fær sum Vinnuhúsið sjálvt sigur:

at tryggja, at føroyskt vinnulív hevur teir bestu møguleikarnar
fyri at kappast, mennast og framleiða

Gevist við at tosa kenslur, tosi heldur tøl og lógir, sum vinnan hevur brúk fyri.

Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/mynd2.JPG&size=100 Grein 19. januar 2012 Dįvur ķ Dali skrivari Sjįlvstżrisfloksins http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={20EE09FE-32AB-43A3-98F2-E93E3C41FC0B} Mánadagin byrjar Dávur í Dali í starvinum sum skrivari hjá tingmanning Sjálvstýrisfloksins.

Sjálvstýrisflokkurin hevur sett Dávur í Dali í starv sum skrivara hjá tingmanningi.

Dávur er formaður í Unga Sjálvstýri og gongur á Fróðskaparsetrinum.

Uppgávan hjá skrivaranum er í mestan mun at verða tingmanninum til handa, fyrireika viðgerð av lógaruppskotum umframt vanligt skrivstovuarbeiði. Eisini er ætlanin, at Dávur skal verða skrivari hjá Landsnevndini og menna samskifti við limirnar.

Ætlanin er, at ein dag í vikuni, skal skrivarin verða at hitta á Gamla Apoteki. Hann byrjar í starvinum mánadagin 16. januar.

Dávur hevur fartlf. 512494 og skrivstovan 312494

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/davur í dali.jpg&size=100 Grein 13. januar 2012 Eg vil lesa, ikki bara arbeiša http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={1DAC6C8E-86A2-46DD-9818-2673E386FA93} Studni er júst komin út við tíðindaskrivið. Nú ber tað til hjá lesandi at arbeiða og forvinna 20.000 kr um mánaðin. OK? Hvat skulu vit siga um tað?

Hvat er ein lesandi? Spyr ein lestrarvegleiðarar siga teir allir við ein munn: “Fulltíðarstarv”. Tá søkt verður á ymiskar útbúgvingar verður alla tíðina sagt: “Lesnaðurin er fulltíðarstarv”.

20.000 kr um mánaðin
Hvussu nógv skal ein so arbeiða fyri at koma uppá 20.000 kr? Grundlønin hjá Føroya Arbeiðarafelag er 110, 37. Grundlønin hjá S & K felaganum er 100,55. Flestu lesandi arbeiða í handlum og kioskum.

Hvussu nógv skulu tey so arbeiða, um teimum nú tørva eina inntøku á 20.000 kr?

FA                   S % K
Tímaløn           110,37            100,55
Mánaðin          181,21            198,91
Vikuna               42,64                46,80

Fyri ein, sum arbeiðir í handli, er hetta ørkymlandi.
Men sjálvandi, tað eru ikki øll, sum eru noydd til at forvinna 20.000 kr um mánaðin.

Sambært Studna, so eru tað 150, sum fara at fáa “ágóða” av hesum uppskotinum. Hetta tí at tey ikki vera mótroknaði. Spurningurin er bara? Tey eru 150, meðan tað eru tilsamans útvið 3300, sum eru í miðnám og, ið eru í hægri lesnaði.

Lógaruppskotið sær soleiðis út fíggjarliga fyri landskassan:

Hækking av inntøkumarkið: Kostar 1,5 mill
Ikki javnað studningin        : Spara 900.000 kr
Samla                                 :  kostar 600.000 kr

Tað eru nú altso bara 150 sum fáa “ágóða” av inntøkumarkinum meðan hini gott 3000 missa sína lógarbundnu prístalsregulering..... 4 árið á rað. Ella ein samlaður missur yvir 4 ár uppá 3300 kr um árið fyri tey undir hægri lesnað

Raðfesting
Hvat fyri raðfesting Løgtingi hevur, er sera torført at fáa eyga á? Sjálvandi er tað í lagi at arbeiða við síðuna av lesnaðanum.

DJØF, felagið fyri jura og búskap lesnadi í Danmark hevur staðfest at eitt studiearbeiði er gott fyri lesnaðin. Men tað skal ikki vera meira 10-15 um vikuna. Annars ávirkar tað lesnaðin negativt.

Løgtingi signalerar við hesum at lesandi kunna hava arbeiðsviku á 80 tímar um vikuna, 40 vikur um árið. Hvør annar arbeiðsbólkur hevur eina tíllíka arbeiðsviku? Kann til stuttleikar nevna, at fyri tingárið 2010 hevði Løgtingið 398 arbeiðstímar umframt eini 20-40 nevndarfundir í meðal.

Sjálvandi vil eg arbeiða, men um Løgtingi vil hjálpa mær sum lesandi, so er tað at fáa raðfestingar í lag, og stuðla mær á rættan hátt. Eg eri ein av teimum sum er noyddur til at arbeiða í meira lagið. Eri 31 ár, havi familju og hús, búgvi í Tórshavn.
Okkara bólkur hevur tørv á hægri studning, ikki “møguleikan” fyri meira arbeiði. Danmark hevur sett eitt mark sum er 78000 kr um árið. Teir hava raðfest útbúgving, og teirra samfelag nýtur eisini gott av útbúgving.

Tá fíggjarkreppan kom, brúkti Ísland eisini plenuklipparin. Tó við eini sunnari raðfesting. Tað varð skorið yvir alt við 7%, undantikið útbúgving, heilsuverk og nøkur fá neyðug økið.

Vilja Føroyar njóta gott av útbúgving? Ja ella nei?

Teitur Vágadal sjúkrarøktarfrøðislesandi http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/mynd2.JPG&size=100 Grein 6. januar 2012 Hvķ hava bankarnir frķa atgongd ķ landskassan? http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={7CEDEC78-8D85-4204-98A1-5EF396BF1366} Uttan politiska viðgerð ella játtan hækka bankarnir útreiðlsurnar hjá landskassanum við nógvum milliónum. Og kundin er prísgivin føroysku bankunum, sum hóreiggja sær júst sum teir vilja.

Vit minnast flest allir Føroyingar, tá bankarnir blástu vakrar tónar ígjørnum kundapípuna. Teir bjóðaður kundunum til galladøgurðar runt Føroya land og kundarnir fingu at síggja vøkur ljós show víst uppí himmalrúmið. Men nú eru arðir tónar í kundapípuni. Tað eru ikki orð fyri hvussu bankarnir hóreiggja sær við at áleggja kundunum fleiri ómaksgjøld. BankNordik boðaði frá, at teir fóru at koma við umleið 60 eyka ómaksgjøldum til teirra trúføstu kundar. Gjøgnum Kringvarpið vissaði stjórin kundarnar um, at gjøldini vóru komin fyri at verða.  Tey deyðu skuldu heldur als ikki verða gloymd av bankunum. Nei, um tú vilt minnast ein av tínum nærmastu við eini peningaupphædd, ja , so vil bankin eisini verða mintur vegna tey deyðu við einum ómaksgjaldi uppá 25  krónur fyri hvørja samkensluflyting. Eg spyrji bara , hvar er moralurin hjá leiðslu bankans og hvar gongur markið?

Kenni meg snýttan

Eik kom síðani sum úlvur í lamsskinni og boðaði sínum trúføstu kundum frá, at teir skuldu sleppa frá fleiri av hesum ómanksgjøldum. Tey gomlu skuldu sleppa enn og betur við fríum tænastum. Tað er bara heilt í ordan, at pensiónistar sleppa undan fleiri av hesum gjøldum, men onkrastaðni skuldi Eik fáa nakrar eyka inntøkur.  Ja nemliga - allir lántakarar, sum hava tikið BRF lán, Realkredit, altso donsk oblikatiónslán, skula nú gjalda eitt størri ómaksgjald, fyri at Eik umsitir hesi lán. Fyri ein vanligan kunda merkir hetta, at ómaksgjaldið veksur við umleið 8000 krónum um árið. Hvussu við tænastuni – man hon far at vaksa samsvarandi? Eg ivist!

Fría atgongd til landskassan

Vit mugu spyrja hvussu ber tað til, at bankarnir fáa loyvi at hækka sínar rentur og ómaksgjøld, tá vit vita, at landið endurrindar heili 36 % í rentustuðli til sethúsalán. Rentustuðulin er í veruleikanum ein beinleiðis stuðul til bankarnar. Meðan landskassin koyrir við einum halli uppá umleið 6-700 milliónur krónum, fáa bankarnir samanlagt fleiri hundrað milliónur meira í rentuinntøkum beinleiðis úr landskassanum, uttan at nakar politiskur myndugleiki hevur játtað meirútreiðsluna. Samstundis tyngir hetta um gjaldsførið hjá landskassanum, so landskassin má finna fleiri inntøkur - og tað eru so aftur tú og eg sum skula gjalda.

Tvungin at føroyskum banka

Eg haldi heilt persónliga, at hetta líkist so púrasta ongum sum bankarnir hóreiggja sær. Vit hava øll verið vitni til, at bankastjórarnir eru fagnaðir við lógvabrestum og hava bjóða partaeigarum til galladøgurðar, har eg millum annað sjálvur varð bjóðaður við. Men hvat hendi, tá bankarnir blivu stýrdir beint av knóranum? Hvar blivu innbjóðingarnar av til teir so nevndu galladøgðurarnar, tá partabrøvini blivu niðurskrivað til kr. 0,00. Aftur har komu bankarnir við eini rokning fyri at umsita partabrævgoymsluna, sum undir stovnan var uttan kostnað. Og eg spyrji, hvør fekk gylta handtrykkið við fleiri milliónum krónum? Tað var so sanniliga ikki kundin, hvørki so ella so. Men kundin bleiv sanniliga ikki gloymdur, men fekk sum trúfastur kundi eyka ómaksgjøld at bera. Kundin hevur, sum alt er samansett í dag, heldur ongan møguleika at flyta til útlendksan banka, men er tvuning at brúka føroysku okursbankarnar.

Eg vil meina, at vit vanligu føroyingar skula hava møguleika fyri at fáa okkara lønarinntøku í tann banka sum vit vilja og eisini uttanlands um vit ynskja tað, uttanum teir føroysku bankarnar, so eitt sindur av kapping kann koma í. Nú, Húsalánsgrunnurin kemur við sínum realkredittlánum, verður tað uttan iva bara betur fyri lántakararnar. Sjálvsagt skal landið kunna verða við at fíggja sethúsalán. Landið er jú við sum er, tá hugsað verður um rentustuðulin, sum landið rindar beinleiðis til bankarnar sum reinan stuðul.

Bankin útnyttar flatskattin

Tað fyrikemur mær soleiðis, at nú landsstýrið hevur samtykt eina progresiva flatskattaskipan, ja so síggja bankarnir sær møguleikan fyri, at teir skula hava ein part av hesum flatskatti, við at at hækka renturnar, ómaksgjøld og tænastugjøld. Tað virkar fyri mær, sum at kundin skal als ikki hava møguleika til at njóta gott av eini slíkari flatskattaskipan, sum kemur at geva okkum nakað meiri av tøkum peningi til gerandisdagin.

Buktina og báðar endarnar

Bankarnir bjóða kundunum at stovna 60 ára kontu, kapital pensión konti o.s.v. Men hvat er tað bankarnir gera, tá teir koma við hesum “tilboðum”. Jú , ikki skula vit verða blind ella naiv, tí um tú hevur tikið eitt sethúsalán, sum vanliga tekur 30 ár ella kanska nærri 40 árum at gjalda aftur,  tá ert tú blivin pensionist. Tá eru hesar ymisku pensiónskontinar opnar og tú sum sethúsaeigari hevur uttan iva endurfíggjað ella gjørt ymiskar ábøtur á hús tíni ,sum kosta væl av peningi, tá stendur bankin sum hægsti harri yvir tínari kontu og tekur tína uppspærdu pensión av kontuni fyri at gjalda lán út fyri. So aftur har skuldi tú heldur onga gleði fáa av pensiónini, men einans hetta, at tú skal kempa fyri at bankin skal yvirliva og restina má tú so sjálvur finna útav. Tá verða neyvan nakrar sømdir at heinta frá lánistovninum, tí tá ert tú alt ov gamal og við ørðum beininum í grøvini.

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/Annfinnur_Gardalid.jpg&size=100 Grein 1. januar 2012 Summartķšin įsett nęstu įrini http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={25BFCE62-189B-4BA5-A2C5-637EB15254B8} Sjálvstýrisflokkurin er farin í samgongu fyri at fáa ávirkan.

Kunngerð

um

summartíð 2012, 2013, 2014, 2015 og 2016

Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980

um summartíð verður ásett:

§ 1. Í árunum 2012, 2013, 2014, 2015 og 2016 verður

nýtt serstøk tíðarrokning, summartíð, í hesum tíðarskeiðum:

1) Í 2012 í tíðini millum 25. mars og 28. oktober.

2) Í 2013 í tíðini millum 31. mars og 27. oktober.

3) Í 2014 í tíðini millum 30. mars og 26. oktober.

4) Í 2015 í tíðini millum 29. mars og 25. oktober.

5) Í 2016 í tíðini millum 27. mars og 30. oktober.

§ 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum

av tíðarskeiðunum kl. 01.00, og verður klokkutíðin tá

broytt og sett til kl. 02.00.

Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í

hvørjum

av tíðarskeiðunum kl. 02.00, og verður

klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00.

Stk. 3. Tann farni tímin verður í tíðarrokning tilskilaður

sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl.

01.00 A.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember

2011. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 91 frá 3.

oktober 2006 um summartíð 2007, 2008, 2009, 2010

og 2011.

Innlendismálaráðið, 21. november 2011

Kári P. Højgaard (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/KariHojgaard.JPG&size=100 Tíðindiskriv 22. desember 2011 KPH http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={5FBC7624-1EBE-48F7-B05D-73001D390CF2} kph

Tíðindiskriv 19. desember 2011 K http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={3C807647-1586-41F8-A292-D71D4F13B1E6} -

Tíðindiskriv 19. desember 2011 P http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={DD73F1A6-F5B3-44AD-B53E-67E3A8DA8607} -

Tíðindiskriv 19. desember 2011 H http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={D46353AC-7DD3-4433-A79E-A29219AD7433} -

Tíðindiskriv 19. desember 2011 KPH http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={41457545-146A-4CCA-8DD0-79E41C4FF84C} kph

Tíðindiskriv 15. desember 2011 Tķ gavst eg sum tingbólkaskrivari http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={CAC770B6-8E45-4C1E-80F4-B0595D1A36C3}&id={32CAFE68-1713-412B-AED3-6258A1E071BE} Eftir at verið í tí spennandi starvinum, sum tingbólkaskrivari hjá Sjálvstýrisflokkinum í gott ár, boðaði eg formanni floksins tann 30. nov, frá at eg ikki helt áfram sum tingbólkaskrivari.

Orsøkinar eru fleiri, men høvðusorsøkin er skilaleysi politikkur, sum samgongan hevur stungið út í kortini. Við skilaleysa politikki verður serliga hugsað um ætlanir við flatskatti, skatting av pensjón, og blokkbiddan. Flatskatt ella skattareform?
Greitt er at skattareformur er alneyðugur, og má koma. Men hann má ikki skrumblast ígjøgnum útfrá einum vánaligum og ógrundaðum hugskoti. Skattalóggávan er frá ´83 og eru tað síðani tá gjørdar 65 lógarbroytingarbroytingar. Ein so umfatandi lóg kann ikki skrumblast ígjøgnum av einari tilvildarligari samgongu, sum hendan samgongan er prógv um.

Skal skattareformur gerast má tað vera eitt samt Løgting, og endaliga ikki eitt vánaligt uppskot útfrá einum ófullfíggjaum hugaroki.

Skatting av pensjónum
Viðvíkjandi pensjón er tað púra burturvið at ikki samráðast við fakfeløgini fyrst. Bert fyri at typpa eitt fyribils hall á fíggjarlógini er ikki nøkur grundgeving. Ein so umfatandi broyting má ei heldur skrumblast ígjøgnum sum núverandi samgonga ætlar.

Fakfeløgini skulu hoyrast og takast við uppá ráð.

Fígging
Samgongan tykist at vera blind og deyv, men spurningur er um hon ikki manglar heila og hjartað, sum Sonja Jógvansdóttir vísti á leygardagin.

At fíggja við blokkbiddan og skatting av pensjón eru stutttíðarloysnir, sum eru so umfatandi at ikki er til at siga hvat langtíðar úrslitið verður. Samstundis, sum at flatskattur verður lovaður!

Góða eyðnu
Eg vil ynskja fakfeløgunum og andstøðuni góða eyðnu við at stríðast ímóti samgonguni, tí at alt bendir uppá at tað verður eitt stríð. Tað tykjist ikki, sum at hetta er ein samgonga, sum hevur lært at skila á talu hjá vanligum fólki, sum Føroyar eru mest fólkaðar av.

Við oman fyrinevndu grundgevingum, vil eg ikki vera partur av hesari samgongu.

At Sjálvstýrisflokkurin er partur av hesari samgongu er eitt stórt mistak. Sjálvandi skal ein flokkur kunna ávirka so nógv sum møguligt, men at lata sálini fyri eitt sindur av vald er altíð ósunt.

Sosialliberla hugsjónin hjá Sjálvstýrisflokkinum er ikki til at síggja í samgonguskjalinum, og er tað ikki nóg góð grundgeving bert at fáa ein landstýrissess.

Teitur Vágadal
limur í Sjálvstýrisflokkinum

http://www.sjalvstyri.fo/commonfiles/imgFullsize.asp?image=../upload/myndasavn/teitur vágadal2.jpg&size=100 Grein 5. desember 2011 Kįri P. Hųjgaard formašur http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={887B6AAB-BF44-478F-AAD4-472D0317F457}&id={20B34693-908C-4D63-BFA7-2507682A3DB6} Á aðalfundinum á Skála í gjárkvøldið, varð Kári P. Højgaard valdur til formann fyri Sjálvstýrisflokkin

Tíðindiskriv 11. november 2011