Sjálvstýrisflokkurin
leygardagur, 22. november 2014
Forsíða | Teldupostur
Tingakrossur
 
Greinar
Tķšindi
Tingvišgerš
Kjak

Um heimasķšuna
Stevnuskrįin
Sųgan
Reglugerš
Tingfólk
Lųgtingsvališ 2011
Fólkatingsvališ 2011
Floksvišurskifti
Skrivstovan
Landsfelagiš
Limafelųg
Starvsnevnd
Unga Sjįlvstżri
Slóšir

Login
Vęlkomin vitjandi
 
Gloymt loynioršiš?
Skrįset teg
 
Brúkaranavn:
Loyniorð:
Sųgan Skriva śt
Seinast dagfųrd: 1. februar 2005 kl. 13.10

Ķ seinnu helvt av 1700-talinum tók ein tjóšskaparrųrsla seg upp ķ ųllum vesturheiminum.

Hin amerikanska kollveltingin byrjaši ķ 1776, tį amerikumenn tóku sęr rętt til at siga upp trśskap sķn til bretska kongahśsiš.

Ķ 1789 breyt henda tjóšskaparrųrsla śt ķ fullum loga viš teirri stóru fronsku kollveltingini.
Kraviš um avtųka av framķhjįręttindum hjį įvķsum stattum, serliga ašali og kirkju, varš boriš uppi av teirri mešalstętt, sum tann ųkti handilin og tann bśskaparliga framgongdin hevši alt fram.

Til Danmarkar kom tjóšskaparrųrslan fyrst sum eitt mótmęli ķmóti tżskari įvirkan. Frį Danmark breiddi tann nżggja rųrslan seg til Noregs og sķšani til Ķslands, ķ bįšum fųrum borin fram av studentum, sum lósu ķ rķkishųvušsstašnum. Loksins kom hon til Fųroya, har allar fortreytir fyri eini vaksandi tjóšskaparrųrslu vóru til stašar.

Fram til 1814 hųvdu Fųroyar veriš roknašar sum eitt norskt land og vóru fyri mesta partin stżrdar eftir norskum lógum. Men hetta įriš fer Noreg frį Danmark, mešan tey gomlu skattlondini Grųnland, Ķsland og Fųroyar verša verandi undir Danmark. Nś veršur roynt at knżta hesi lond ķ Noršuratlandshavi nęrri at Danmark, sum tey ķ grundini einki hųvdu havt saman viš uttan taš samband, samgongan millum Noreg og Danmark viš felags kongi hevši fųrt viš sęr. Tingiš veršur avtikiš ķ 1816 og Fųroyar gerast tį amt ķ danska rķkinum.

Ķ 1846 veršur einaveldiš avtikiš og Danmark fęr eina fręlsa fólkaręšisliga grundlóg. Men longu įšrenn hetta hųvdu fųroyingar sent umsókn um at fįa lųgtingiš endurreist. Tį taš loksins ķ 1852 eydnast, veršur taš mest at kalla sum eitt danskt amtsrįš, har amtmašurin er fastur formašur og próstur hevur fast sęti.

Hetta var vónbrot fyri fręlslyntar fųroyingar. Teir góvust tó ikki į hondum, men tóku strķšiš upp til tess at vinna lųgtinginum stųrri fręlsi. Taš kom til skarpskeringar, tį 12 tingmenn rżmdu av tingi og noktašu at mųta aftur, so leingi tįverandi amtmašur Dahlerup sat sum formašur. Endin var tann, at amtmašurin ķ 1860 varš settur av, og annar settur ķ hansara staš.

Sum ein avleišing av Jólafundinum ķ 1888 varš Fųroyingafelag stovnaš ķ januar 1889, og nś kom verulig gongd į sjįlvstżrisrųrsluna.
Mįl Fųroyingafelags var at vinna fųroyska mįlinum fullar sųmdir ķ egnum landi og fįa fųroyingar at ganga fram ķ ųllum lutum og gerast sjįlvbjargnir. Men andstųšan gjųrdist eisini hųrš og kom hon mest frį donsku embętismonnunum og fųroysku skutilsveinum teirra, sum ikki dugdu at skilja strķšiš fyri fųroyskum mįli sum annaš enn strķš móti donskum mįli, og taš at gera fųroyingar sjįlvbjargnar sum taš sama sum at slķta frį Danmark; men sum taš į ongan hįtt var talan um.

Fųroyingafelag varš tķverri ikki langt lķv lagaš, tķ innanhżsis strķš tók seg upp, og aftanį tķggju įra virki sovnaši felagiš, og blaš felagsins, Fųroyingatķšindi, helt uppat at koma śt.

Ķ 1901 varš Jóannes Patursson valdur fólkatingsmašur, og ķ 1903 gav hann śt bóklingin "Fęrųsk politik", har hann setir fram sķna įskošan į framtķšar stżrislag Fųroya. Taš hann vil, setir hann fram ķ 5 greinum:

  1. Lųgtingiš veršur alt fólkavalt og skipar seg sjįlvst viš formanni og nęstformanni.
  2. Rķkisins umbošsmašur sleppur į fundirnar; men hevur ikki atkvųšurętt.
  3. Eingin lóg veršur gandandi ķ Fųroyum, uttan hon ųll er samtykt av lųgtinginum.
  4. Lųgtingiš kann gera lógaruppskot, sum stjórnin beinleišis kann góškenna.
  5. Lųgtingiš fęr undir uppsżni av stjórnini ręšiš į serligu fųroysku fķggjarvišurskiftunum.

Danska vinstrastjórnin, sum tį nżliga hevši tikiš viš, var sinnaš at ganga hesum ynskjum į mųti og kom viš einum tilboš um, at fųroyingar sjįlvir skuldu umsita bęši beinleišis og óbeinleišis skatt aftur fyri sjįlvir at rinda telefon, vegir og havnagerš. Hetta skuldi vķsa seg at vera meira enn tann vanligi fųroyingurin kundi taka, tķ viš vališ ķ 1906 vann sambandsmašurin Oliver Effersųe stórt į Jóannes Partursson. Hetta mįliš varš tann beinleišis orsųkin til floksbżti į tingi sama įr, tķ nś var einki sum bant teir framfśsu, fręlsishugašu og teir meira afturhaldandi saman. Fųroyingafelag var jś sovnaš, klandriš var nógv og tķšin var bśgvin til politiskt floksbżti.

Floksbżti į tingi

Viš valinum ķ 1906 var tjóšskaparrųrslan, sum ķ langa tķš hevši veriš eyškend av spjašing og klandri, endaliga sprongd. Mótstųšumenninir móti sjįlvstżrispolitikkinum skipašu seg eftir vališ ķ Sambandsflokkin, mešan teir iš eftir vóru ikki fyrr enn ķ 1909 tykjast at hava skipaš seg sum flokk viš egnari stevnuskrį.

Sjįlvskrivaši fyrsti formašur Sjįlvstżrisfloksins var Jóannes Patursson. Hann hevši veriš undangongumašur ķ tjóšskaparrųrsluni og hevši longu įšrenn floksbżtiš į tingi stungiš śt politisku kós floksins. Fyrsta stevnuskrįin fall tķ vęl ķ lag viš endamįl Fųroyingafelags.

Į lųgtingsvalinum 18. juli 1906 fingu sjįlvstżrismenn 8 og sambandsmenn 12 umboš į ting. Av valtųlunum fyri tey fyrstu lųgtingsvalini sęst, at undirtųkan hjį sjįlvstżrisflokkinum var ógvuliga ymisk ķ teimum ymsu valdųmunum - lķka fra 90,8% nišur ķ 11,4% av ųllum atkvųšunum. Taš eru ikki stórar broytingar tey fyrstu valini; tó hevur Sambandsflokkurin munin fram til 1. veršaldarbardaga.

Strķšiš hesa tķšina millum flokkarnar stendur mest um stjórnarligu stųšu okkara ķ rķkinum, har sambandsmenn vilja varšveita verandi stųšu sum amt ķ danska rķkinum, mešan sjįlvstżrismenn vilja hava broytingar til stųrri sjįlvsavgeršarrętt fyri fųroyingar.

Yngra ęttarlišiš fylktist alt meira um flokkin og ungir menn komu eisini bęši į lųgting og ķ fólkatingiš, har ein ungur lųgfrųšingur, Edvard Mortensen ( seinri Mitens ), varš valdur inn ķ 1915.

Sum heild mundi mótstųšan móti Sjįlvstżrisflokkinum frį donsku embętismonnunum vera stųrst, mešan Svenning Rytter var amtmašur ķ Fųroyum 1911-18. Men av valtųlunum sęst eisini, at tį fer Sjįlvstżrisflokkurin at ganga skjótt fram ķ atkvųšum, og ķ 1916 standa flokkarnir at kalla javnir. Ķ 1918 fęr Sjįlvstżrisflokkurin fyrstu ferš reinan meirluta į tingi.

Tó skeišiš gjųrdist ov stutt til, at nakaš munagott kundi koma į skaftiš iš bar į sjįlvstżrisleiš, tķ longu ķ 1920 veršur aftur val til lųgtingiš , og tį veršur aftur javnt flokkana millum. Kortini hendi tann broyting, at amtmašurin og prósturin mistu sessirnar sum sjįlvvaldir tingmenn.

Sjįlvstżrisflokkurin fekk ongantķš aftur reinan meirluta į lųgtingi. Ein av orsųkunum mundi vera, at ķ 1928 stillar Javnašarflokkurin upp ķ ųllum valdųmum uttan ķ Noršoya valdųmi og fęr tvey umboš į ting.

Taš fer nś at ganga aftur į hondina hjį Sjįlvstżrisflokkinum. Ķ 1936 fęr Javnašarflokkurin 6 umboš į ting, mešan tann nżstovnaši Vinnuflokkurib fęr 2 umboš. Ķ 1938 kom nżggj jaršarlóg, sum nógvir stórbųndir vóru stórliga misnųgdir viš, og tį teir viš Jóannes Patursson į odda royndu at fį Sjįlvstżrisflokkin at fella lógina, og teir ikki fingu meirlutan ķ flokkinum ķ sķn part, vóršu teir so sintir, at teir fóru śr flokkinum, og Jóannes Patursson fór upp ķ Vinnuflokkin.

Hetta varš ein vanlukka fyri Sjįlvstżrisflokkin. Jóannes Patursson hevši veriš formašur floksins sķšan hann varš stovnašur, og sjįlvt um hann ikki varš afturvaldur ķ 1936, so var taš hann, sum mestsum myndaši flokkin viš sama lag. Tį Jóannes Patursson ķ 1940 saman viš Vinnuflokkinum ger nżggjan flokk, Fólkaflokkin, fįa teir 6 menn į ting, og Sjįlvstżrisflokkurin einans 4 menn. Longu sama įr minkar flokkurin viš einum manni afturat, tį Rasmus Rasmussen, Vķka Rasmus, fer upp ķ Fólkaflokkin.

Tķšin undir 2. heimsbardaga varš ein hųrš tķš ķ fųroyskum politikki og serliga fyri Sjįlvstżrisflokkin. Serliga įgangandi var Fólkaflokkurin, sum gjųrdi alt fyri at jaršleggja Sjįlvstżrisflokkin. M.a. komu teir fram viš uppskoti um at broyta vallógina soleišis, at flokkur skuldi hava minst ein umdųmisvaldan mann fyri at fįa tillutaš nakaš eykaumboš. Hetta uppskot vann frama og śrslitiš varš, at hóast Sjįlvstżrisflokkurin ķ 1943 fekk 10,3% av ųllum atkvųšunum, so fekk hann ongan mann av teim 25 valdu tingmonnunum. Sama hendi į valinum ķ 1945.

Sjįlvstżrisflokkurin undir heimastżrislógini

Į valinum 8. nov. 1946 fekk Sjįlstżrisflokkurin aftur 2 menn į ting, S.P. Zachariasen fyri Noršoya valdųmi og Louis Zachariasen fyri Sušurstreymoyar valdųmi. Hetta var beint eftir fólkaatkvųšuna 14. september, og nś varš avrįtt, at Sjįlvstżrisflokkurin skuldi stilla upp saman viš Javnašarflokkinum, fyri at atkvųšur ikki aftur hesaferš skuldu fara fyri skeyti. Flokkurin fęr nś aftur ta įvirkan ķ fųroyskum politikki, hann įšur hevši havt. Hann fer ķ samgongu viš Sambandsflokkin og Javnašarflokkin og fęr avgjųrdan leiklut ķ teim tingingum, sum aftan į vališ vóršu tiknar upp viš donsku stjórnina um stųšuna Danmark - Fųroya ķmillum ķ framtķšini, tingingar sum fųrdu til, at vit fingu heimastżrislógina 1. aprķl 1948.

Av teimum trimum samgonguflokkunum var Sjįlvstżrisflokkurin tann nógv mest sjįlvstżrisįhugaši, og tķ var taš hansara lutur at fįa hesa lóg so rśmliga į sjįlvstżrisleiš sum til bar. Hetta mį sigast at hava eydnast vęl, tķ hóast višurskiftini Danmark - Fųroyar eru nógv broytt hesi fleiri enn fimti įrini, so eru mųguleikarnir sum ķ henni eru fyri meiri sjįlvstżri enn ķ dag ķkki troyttir til fulnar.

Ķ fyrsta landsstżrinum, sum varš skipaš ķ 1948, var Sjįlvstżrisflokkurin umbošašur, og hann er tann flokkur į tingi, sum oftast hevur veriš ķ samgongu. Hóast tingmanningin hevur ligiš ķmillum 1 og 3, so hevur flokkurin ķ nógvum fųrum havt ein avgerandi leiklut, tį samgonga skuldi skipast. Tķskil hevur flokkurin havt stųrri įvirkan į politisku gongdina, enn tališ av tingfólki annars kundu ręttvķsgera.

Tingakrossur

Blašiš Tingakrossur kom śt į fyrsta sinni ķ 1901 og blašstjóri tess ųll tey fyrstu įrini var tann ungi brįšręsni Christen Holm-Isaksen, ella Kristin ķ Geil, sum hann vanliga varš kallašur. Hóast blašiš tį varš skrivaš į donskum, var taš frį byrjan mįlgagn tjóšskaparrųrslunar og seinni Sjįlvstżrisfloksins. Kristin var helst meira sosialt hugašur enn Jóannes Patursson; men hann tók frį fyrstu tķš undir viš honum um at vinna fųroyingum meira fręlsi

Aftan į Kristin ķ Geil vóru skiftandi blašstjórar; mest fremstu menn innan flokkin.
Nevnast kann Marius Johannesen, Marius į Hįskślanum, sum eitt langt skifti stjórnaši blašnum og skrivaši taš viš.

Ųll hesi mongu įr er blašiš komiš śt eina ferš um vikuna mest at kalla uttan slit, til taš eins og fleiri onnur fųroysk blųš andašist fyrst ķ nķtiįrunum.

Kommunalpolitikkur

Ķ teimum kommunum, har uppstillaš hevur veriš politiskt, hevur Sjįlvstżrisflokkurin luttikiš. Ķlųtuni er flokkurin umbošašur ķ

  • Klaksvķkar kommunu viš Karl Hera Joensen,
Fólkatings- & landstingspolitikkur

Jóannes Patursson,. sum gjųrdist fyrsti formašur Sjįlvstżrisfloksins, sat ķ Fólkatinginum frį 1/6-1901 til 22/6-1906 og ķ Landstinginum frį 13/5-1918 til 3/2-1920.

Evard Mitens sat ķ Fólkatinginum fyri Sjįlvstżrisflokkin frį 12/5-1915 til 22/4-1918.

Ķ mong įr stillaši Sjįlvstżrisflokkurin ikki upp til fólkatingsval. Seinnu įrini hevur veriš stillaš upp, uttan tó at fįa umboš valt. Fleiri feršir hevur flokkurin sett uppskot fram į lųgtingi um at taka fólkatingsumbošini av; men hetta hevur ikki vunniš frama.

Heimildir
  • Hans D. Matras. 75-įra minnisrit Sjįlvstżrisfloksins 1981.
  • Hans J. Debess. Nś er tann stundin.... 1982
  • J. Patursson. Fęrųsk Politik 1903
  • Jųrgen-Frantz Jacobsen. Danmark og Fęrųerne. 1927.
  • Einar Waag. Val og valtųl 1906-1966. 1967.
  • Zakarias Wang. Stjórnmįlafrųši 1988.

© Tórbjųrn Poulsen. 2003.

     
  Sjįlvstżrisflokkurin · Įarvegur 2 · FO-100 Tórshavn