close x
download

Brochure

Enter Your Info Below And We Will Send
You The Brochure To Your Inbox!

Thank you!
Your submission has been received!

Oops! Something went wrong while submitting the form

#hvísteðgaher

Klaksvík er blivin betri, ríkari og meira fjølbroytt seinastu fýra árini, og nú vilja vit tryggja góðu gongdina.
Tí spyrja vit: hví steðga her?
Býráðsval í klaksvíkar kommunu

Vit eru klár at halda fram

Nýtt Sjálvstýri hevur tikið stóra ábyrgd í Klaksvíkar býráð hesa farnu valsetuna, og í góðum samstarvi hava vit í býráðsmeirilutanum tikið stór og týdningarmikil fet, sum hava ment Klaksvíkar kommunu.

Framburður og fólkavøkstur vóru lyklaorðini, tá ið vit tóku við stýringini fyri fýra árum síðani. Í dag kunnu vit staðfesta, at vit fyri fyrstu ferð í 28 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvíkar kommunu, gjaldførið er hækkað úr 10 til 70 milliónir krónur og samstundis er skattaprosentið hitt lægsta í átta ár. Stutt sagt: allir pílarnir peika rætta vegin.

Miðbýurin, sum tosað hevur verið um seinastu óteljandi árini tekur nú endiliga skap, og um eitt gott ár verða tær 30 íbúðirnar og handilshølini á Biskupstorgi tikin í nýtslu. Harumframt er Mentanarhúsið, sum fer at geva listini betri karmar, eisini komið á breddan og fíggjarætlanina.

> Borgarstjórin tekur samanum
Soleiðis halda vit fram

Valevni 2016

Vit ynskja, at framburðurin í Klaksvík skal halda fram.
Tískil hava vit samansett eitt sterkt og fjølbroytt toymi, ið torir og megnar at ganga á odda.

JÓGVAN
SKORHEIM
Les meira
KRISTIAN ELI
ZACHARIASSEN
Les meira
KJARTAN Á
GRAVARBØÐ
Les meira
SVEIN RÓGVI
LJÓSSTEIN
Les meira
RÚNA
SIVERTSEN
Les meira
BIRGIT
SIVERTSEN
Les meira
ÓLI M.
LASSEN
Les meira
SVEN
DAHL
Les meira
BEINTA
KLAKSTEIN
Les meira
MAGNI P.
GARÐALÍÐ
Les meira
JÓGVAN
SKORHEIM
Les meira
KRISTIAN ELI
ZACHARIASEN
Les meira
KJARTAN Á
GRAVARBØ
Les meira
SVEIN RÓGVI
LJÓSSTEIN
Les meira
RÚNA
SIVERTSEN
Les meira
BIRGIT
SIVERTSEN
Les meira
ÓLI M.
LASSEN
Les meira
SVEN
DAHL
Les meira
BEINTA
KLAKSTEIN
Les meira
MAGNI P.
GARÐALÍÐ
Les meira
framyvir

Myndir frá
farna valskeiði

Ein mynd sigur meira enn túsund orð. Soleiðis verður ofta tikið til. Við hesum orðum sum íblástri, velja vit her at vísa tær eitt stórt myndasavn, ið á onkran hátt tekur samanum farnu valsetu.

Síggj myndir
VALEVNI TIL KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ

Lesarabrøv

Her savna vit lesarabrøv frá okkara valevnum.

Byrsuskjóting í Klaksvík

Líka sum fletting og grindadráp, er skjóting av haru og fugli eisini ein partur av føroysku matmentanini, og tí eiga umstøðurnar til byrsuskjóting at betrast, soleiðis at møguligt verður at skjóta alt árið.

LES MEIRA

Saman hava vit tikið nøkur góð tøk

Í inniverandi setu hava undirritaði og Jógvan Skorheim myndað Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð. Saman við hinum samgongufeløgunum hava vit í felag tikið nøkur góð tøk til frama fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu. Áralagið hevur verið framúr gott, og hava vit havt eitt fast stavnhald við vøkstri, framburði og trivnaði sum mið.

LES MEIRA

Summi tosa, onnur handla!

Herfyri las eg valskránna hjá Fólkaflokkinum, har tey bæði siga seg hava lagt lunnar undir nýggju skúlabyggingina og vilja seta meira ferð á hana, men mínar royndir sum skúlastýrislimur seinastu 8 árini fortelja eina heilt aðra søgu.

LES MEIRA

Fyri børnini skyld

Stórar útlendskar kanningar vísa, at ráðgeving kann fyribyrgja hjúna- og parlagsskilnaði. Tað er við hesari vitan sum bakgrund, at vit í Klaksvíkar kommunu fara at bjóða foreldrum ókeypis parráðgeving

LES MEIRA

Hví steðga her?

Framburður og fólkavøkstur vóru lyklaorðini, tá ið vit tóku við stýringini fyri fýra árum síðani. Í dag kunnu vit staðfesta, at vit fyri fyrstu ferð í 28 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvíkar kommunu, gjaldførið er hækkað úr 10 til 70 milliónir krónur og samstundis er skattaprosentið hitt lægsta í átta ár. Stutt sagt: allir pílarnir peika rætta vegin.

LES MEIRA

Heimloysið í Klaksvík skal burtur

Størsta avbjóðingin fyri trivnaðin í Klaksvík í løtuni eru væntandi bústaðarmøguleikar. Vit fegnast um fólkavøksturin og ynskja okkum altíð, at fleiri skulu velja Klaksvík sum heimstað, men hetta kunnu vit ikki vænta, um leitanin eftir bústaði er sum eftir einum húki á bládýpi.

LES MEIRA

Vegir og gongubreytir – alneyðugt við einari viðlíkahaldsætlan

Nú val stendur fyri durum, skriva og tosa valevnini um mangt og hvat. Eitt evni, sum fleiri lata liggja, er okkara vegakervi og gongubreytir. Hví so er, vita vit óivað øll. Vegakervið og gongubreytirnar í Klaksvík eru eitt niðurraðfest og ótíðarhóskandi øki, sum eingin politikari kann vera stoltur av.

LES MEIRA

Drúgvar royndir og gott mót!

Mítt dagliga arbeiði er í barnaverndartænastu og síggi eg nógv viðurskifti, sum kommunan kann bøta um. Serliga fari eg at arbeiða fyri at veita ráðgeving til foreldur, sum renna seg í trupulleikar.

LES MEIRA

Fimleikahøll NÚ!

Sjálvt um Klaksvíkar fimleikafelag er eitt av størstu feløgunum í býnum, og sjálvt um fimleikur er rørsla, sum øll fólk kunnu íðka og njóta ágóðan av, so er fimleikinum ikki lív lagað, um umstøðurnar ikki verða betri. Tí eiga vit sum skjótast at byggja nýggja fimleikahøll, og á tann hátt styrkja um alt ítrottarøkið í Klaksvík.

LES MEIRA

Tað skal verða gott at eldast í Klaksvík

Kommunurnar yvirtóku Eldraøkið og Heimatænastuna tann 1. januar 2015. Vit kunnu bara staðfesta, at yvirtøkan varð skundað ígjøgnum uttan neyðuga fyrireikingararbeiðið. Landið gav so statt kommununum eitt økið, sum hevur verið merkt av skerjingum og sparingum ígjøgnum fleiri ár.

LES MEIRA

Nýggjan Musikkskúla

Klaksvíkar Tónlistaskúli heldur til í Gamla Skúla í Klaksvík. Bygningurin er 122 ára gamal. Hann er søguligur, men als ikki hóskandi sum musikkskúli. Umframt, at bygningurin er ótíðarhóskandi, so hoyrist alt ov væl ímillum hølini. Eg minnist, tá eg sjálv spældi har, hvussu strævið tað var at hoyra uppá trummurnar, meðan eg sjálv royndi at fokusera á mítt egna spæl.

LES MEIRA

Skulu garantera vinnuøkir

Grundarlagið í Klaksvík er, og hevur altíð verið, vinnan. Eitt sterkt vinnulív fær samfelagshjólini at mala, og sum valevni til býráðið vil eg arbeiða fyri, at tað altíð skal vera møguligt hjá fyritøkum at fara undir virksemi í Klaksvík.

LES MEIRA

Ókeypis ítrottargrein til øll børn

Um Klaksvík skal blóma í framtíðini, er neyðugt at vit hjúkla um okkara børn og ungu í nútíðini. Sum mamma og námsfrøðingur eri eg dagliga saman við nógvum børnum, og felags fyri tey øll er, at aktivitetur og samvera við øðrum børnum hava stóra jaliga ávirkan á trivnaðin hjá teimum.

LES MEIRA

Persónlig hjálp til eldri

Eg fari at arbeiða fyri, at eldri í Klaksvíkar kommunu fáa møguleika at velja BPA tænastu. Verandi tænastur á eldraøkinum eru ikki nøktandi, men eru beinleiðis við til at skerja persónliga frælsið hjá fólki

LES MEIRA

Ókeypis terapi til foreldur

Í Klaksvík ynskja vit, at børnini skulu hava tað gott og fara vit tí at bjóða ráðgeving til foreldrini, tá tey renna seg í trupulleikar í parlagnum.

LES MEIRA

Framhaldandi menning og trygga stýring

Framhaldandi menning og trygga stýring. Trýst á "les meira" niðanfyri, og síggj hvat eg fari at arbeiða fyri, verið eg valdur.

LES MEIRA

Amboðs- og fimleikahøll í Klaksvík

Fyrsta stigið til eina amboðs- og fimleikahøll varð tikið tann 15. februar í ár. Tá varð samtykt, at tann nýggja amboðs- og fimleikahøllin skal liggja eystantil KÍ-høllina. Í løtuni verður arbeitt við einari byggiskrá fyri høllina, ið lýsir tørvin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, inniheldur fyribils tekningar og eina kostnaðarmeting.

LES MEIRA

Vinna, umhvørvi og grótbrot – hvussu taka vit atlit?

Tað er nógv virksemi at hóma kring um í býnum bæði kommunalt, privat eins væl og vinnuligt - býurin osar av íverksetan bæði vinnuliga og mentanarliga. Kommunan skal vera ein viðleikari, og vit skulu tryggja okkum, at karmarnir fyri hesum framdrátti eru so góðir sum gjørligt.

LES MEIRA

Grundstykkini á Fossum tøk í 2017

Fyri summarfrítíðina varð samtykt, at Klaksvíkar Kommuna skuldi fara í holt við eina útstykkingarætlan á Fossum, ið skuldi byrja í 2018. Síðani hetta varð kunngjørt, hava fólk víst ætlanini rættiligan stóran áhuga.

LES MEIRA

‍Sjúka og aldur skiljast sundur

Nýtt Sjálvstýri fer komandi fýra árini at seta hjálp inn í mun til brekið, sum tann einstaki borgarin ber. Aldurin skal framyvir ikki vera ein forðing fyri, at fólk fáa neyðugu hjálpina.

LES MEIRA
framyvir

TÍÐARLINJA

Klaksvíkar kommuna er vorðin betri, ríkari og meira fjølbreitt
seinastu fýra árini. Nógv er avrikað, og her er møguleiki at síggja nøkur, av mongu átøkunum, ið hava verið við til at ment okkara kommunu seinastu fýra árini.

> SÍGGJ TÍÐARLINJUNA